
Í december 2018 liggur fyrrverandi Vesturskin við kai hjá skipasmiðju í Walvis Bay, skipið sær út til at standa í hálvum gekki.
Fyrrverandi Vesturskin, sum sambært netmiðlum nú eitur Rex I, er koyrt á sjógv aftur uttan at vera liðugt mála, einans grunding er á skrokkinum. Hvat orsøkin er til tað fekk eg ikki uppspurt.
Jólaaftan var undirritaði ein túr umborð á skipinum. Niðri á troldekkinum standa sylindarfóðringar, sum týðir uppá umvæling av høvuðsmotori. Eingin var umborð um hetta mundi og tískil eingin at spyrja um status hjá skipinum.
Eisini fer fram ein umvæling av trolspølunum, tá fleiri av hydraulikmotorunum er avmonterðaðir. Eisini sæst at trolbanin hevur fingið stál skift.
Les søguna um sørvágstrolaran Vesturskin frá 1986 her http://www.vagaskip.dk/125953449
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald