Mentan

Í dag 1. juni kemur fyrsta staklagið hjá Edith Dahl Jakobsen út

...

2018-06-01 11:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

???Let The Ship Come In??? er fyrsta staklag frá føroysku songkvinnuni Edith Dahl Jakobsen. Edith hevur fingið íblástur til sangin frá málninginum Várdagur - skip fara (1937-1938) hjá væl kenda listamanninum Sámal Joensen-Mikines. Várdagur hevur í sær kenslur av tómleika, tunglyndi og vónloysi, ið kemur av at sita eftir tá ið menn fara til sjós. Fínar, symmetriskar linjur í fáum litum draga fram eina sorgarbundna kvinnu, og tað er henda frásøgnin ið er at finna í sangtekstinum og lagnum hjá Edith. Fyrsta møti Edith Dahl Jakobsen hevði við sang var í kirkuni sum bert tvey ára gomul, og síðani hevur tónleikurin verði ein stórur partur av lív hennara. Tá ið hon skrivar tónleik, dregur Edith íblástur frá umhvørvi hennnara: fólk, støð, náttura, list, og tónleik.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder