Mentan

Hvussu hevur tú tað, barn? - Fólkaheilsuráðstevna 2021

...

2021-11-18 14:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólkaheilsuráðstevna

Hvussu hevur tú tað, barn?

í Kongshøll

3. desember 2021 ??? kl. 10.00-13.00

Fríggjadagin 3. desember skipar Fólkaheilsuráðið fyri ráðstevnu um heilsu og trivnað hjá børnum og ungum. Ráðstevnan viðgerð m.a. burðardyggar rørslutættir, sum eru grundaðir á gransking. Vit vita, at fýra út av fimm børnum í heiminum eru kropsliga óvirkin, og tí er umráðandi, at vit kjakast um, hvussu vit kunnu skapa betri karmar fyri rørslu og rørslugleði hjá øllum okkara børnum og ungum í Føroyum. Mistrivnaður og sálarligir trupulleikar eru í vøkstri ímillum ung, og tí verður sálarliga heilsustøðan hjá okkara ungu eisini viðgjørd. Dentur verður lagdur á loysnir at styrkja okkara yngstu borgarar og fyribyrgja almennari óheilsu ígjøgnum virksemið, felagsskap og ta innaru motivatiónina. Í einari tíð, har nakað so einfalt og grundleggjandi sum at eta er vorðið merkt av strongd og trýsti, verður kikarin eisini vendur ímóti, hvussu vit flyta okkum aftur frá matarstrongd og til matarró. Tey spildurnýggju føroysku kostráðini verða eisini løgd fram í mun til børn og ung. Vit liva øll í einari talgildari ódn, og okkara børn eru tað fyrsta ættarliðið, ið veksur til saman við snildfonini og sosialum miðlum. Hvussu ávirkar hetta okkara ungu? Tann spurningin seta vit eisini, og so fáa Føroyar á fyrsta sinni almenn skíggjaráð, sum verða løgd fram.

Vit enda tiltakið við at heiðra ein persón, felagsskap ella stovn, sum hevur gjørt okkurt serstakt fyri heilsu og trivnað hjá børnum og ungum, tá vit handa ársins fólkaheilsuvirðisløn 2021.

Skráin fyri dagin og kunning um fyrilestrarhaldararnar sæsther.

Um hetta ljóðar spennandi og forvitnisligt, so meldið tykkum tilhertiltakið er ókeypis.Gevið gætur, at vit fylgja koronutilmælunum og loyva bert 200 luttakarum við koronupassi.

Vælkomin á Fólkaheilsuráðstevnuna: Hvussu hevur tú tað, barn?

Fólkaheilsuráðið

Leinkja til heimasíðu:https://www.folkaheilsa.fo/ti%C3%B0indi/folkaheilsura%C3%B0stevna-hvussu-hevur-tu-ta%C3%B0-barn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder