Mentan

Hvussu gagnnýtir tú tilfeingið, tá tú flettir

...

2020-10-05 16:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú flettingin stendur fyri framman, eru fleiri møguleikar at gagnnýta tað tilfeingið, sum fæst burtur úr seyðinum.

Til ber at garva skinn, evna prýðislutir úr horni, gera sápu og ljós úr tálg, borðreiða við eini ørgrynnu av spennandi og øðrvísi máltíðum og mangt annað. Einans hugflogið setur markið.

Kvøldskúlar bjóða eisini skeið fram í t.d. hornarbeiði, fleiri kommunur eru farnar at gera ljós úr tálg at brenna á nýggjárinum, og nakrar matstovur gera nógv burtur úr føroyska tilfeinginum á matseðlinum.

Hetta gleðast vit um, tí á henda hátt brúka vit í nógv størri mun alt tað tilfeingið, sum kemur burtur úr flettingini, og samstundis minka vit um nøgdirnar av lívrunnum burturkastiat brenna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder