Vit í Føroya Pedagogfelag fegnast stórliga um, at útbúgving til hjálparfólk á námsfrøðiliga økinum eftir ætlan longu verður klár í januar 2019.
??tbúgvingin kann geva hjálparfólkum ein góðan
møguleika at ogna sær fakliga vitan og kanska betra sínar fakligu førleikar.
Gevur útbúgvingin sum námsfrøðiligur atstøðingur
eisini atgongd til námsfrøðiligu útbúgvingina á Fróðskaparsetrinum, sum
Pedagogfelagið hevur kravt, so verður hendan útbúgvingin helst eitt stórt stig
á leiðini at loysa stóra námsfrøðiliga trotið á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
??tbúgving í Suðuroy
í Dag & Viku týskvøldið førir løgmaður brádliga
fram í samband við viðgerð av støðuni í Suðuroy, at ???tey??? halda nýggja
útbúgvingin ???liggur væl í Suðri???.
Liggur væl fyri hvønn? Hvør hevur gjørt hesa metingina
og sambært hvørjum grundarlagi?
Tað er sera harmiligt at slík ???politisk??? boð longu
verða givin um staðseting, tá ein arbeiðsbólkur fyrst nýligani er settur at
arbeiða við útbúgvingini. Pedagogfelagið hevur ikki frætt at hesin
arbeiðsbólkur er komin á mál, og hava ikki fingið uppskot til hoyringar.
Í samband við sáttmálasamráðingarnar, sum løgmaður
eisini nevnir í samrøðuni í D&V, vóru krøv sett til námsfrøðiligu
atstøðisútbúgvingina:
·
útbúgvingin gevur atgongd til víðari
lestur til námsfrøðing, um evnini eru til tað.
·
útbúgvingin err serliga ætla teimum við
royndum á námsfrøðiliga økinum.
·
útbúgvingin er atkomulig hjá
hjálparfólkum runt um í landinum.
Royndu hjálparfólkini vilja nema sær eina útbúgving
innan fakøkið. Tað er eitt greitt ynski. Fleiri teirra eru vaksin fólk við
familju, sum hava sett búgv. Og tey búgva kring alt landið. Tað vildi tí verið
sera møtimikið at rykt upp við rót og flutt alla familjuna til Suðuroy, ella
til onkran annan útjaðara í Føroyum.
Limir í Pedagogfelagnum hava viðmerkt síðani
tíðindasendingina, at um útbúgvingin liggur í einum útjaðara, so er tað líka
lætt - um ikki lættari - at flyta til Danmarkar at nema sær útbúgving. Har eru
enntá betri stuðulsmøguleikar.
Vit eru fullgreið yvir at Suðuroy hevur nakrar
serligar avbjóðingar og tað uttan iva hevði verið til stóran gagn fyri oynna at
fingið fleiri almenn arbeiðspláss, enn sum nú er - tó nýtist hetta ikki knýtast
beinleiðis við semjuna millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið
og Pedagogfelagið um at virka fyri eini atstøðis-útbúgving til hjálparfólk.
Skal útbúgvingin verða ein møguleiki fyri øll roynd
hjálparfólk í Føroyum, so eigur politiski myndugleikin at kanna nærri hvør
málbólkur kann væntast at vilja taka útbúgvingina, og tá grundgeva fyri
staðseting, áðrenn staðsetingin gerst endaligur veruleiki.
Ein annar møguleiki kundi til dømis verið at nýta
verandi námsfrøðiligu útbúgvingarførleikarnar á Fróðskaparsetrinum til
atstøðisútbúgvingina, so atkomuligheitin er meira jøvn fyri øll í landinum, og
fakliga knýti til fullu námsfrøðisútbúgvingina gerst ein meira natúrlig
yvirgongd.
Jógvan Philbrow,
formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald