JN

Hvør fær nú krakk

...

2014-03-30 00:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvør fær nú krakk?

Um dagarnar hevur formaðurin í javnaðinum aftur verið á breddanum. Javnaðarflokkurin er framhaldandi á isolationskós. Flokkurin fer ongantíð at samstarva við Fólkaflokkin, sum, sambært Akseli, skræðir samfelagið sundur. Ikki mýkinda niðurstøða.

??tmeldingin er greið, men hvat merkir hon so? Er hon politisk skilagóð ella avdúkar hon bara óbúnan politiskan sinnismun?

Undir øllum umstøðum man hon geva veljarunum nakað at hugsa um, tí hvussu sær politiska landslagið so út? Ikki minst aftaná allar útmeldingarnar í seinastuni um etisku málini?

Niðurstøðan er:

Javnaðurin vil ikki samgongu við Fólkaflokkin, Tjóðveldi ikki við Sambandið, Miðflokkurin ikki við Framsókn, Javnaðurin ikki við Miðflokkin, Framsókn ikki við Fólkaflokkin og Miðflokk, Tjóðveldi ikki við Miðflokkin, og Sjálvstýri verður helst burtur av politiska leikvøllinum.

Fólkaflokkurin er ongantíð pírin, vil altíð samstarv við øll. Tá hinir flokkarnir soleiðis avnokta parløg, er ilt at fáa eyga á skilagóðan gerandisdag, har Fólkaflokkurin er uttanfyri.

Hetta ásanna vit eisini í Fólkaflokkinum, sum uttan íhald hava víst, at flokkurin vil úrslitini, og sum aftaná altíð semist við samstarvsflokkar um metodurnar.

Upp móti hesum eru summir flokkar fornermaðir, meðan aðrir áhaldandi eru úti í myrkrinum, tí hjá teimum hava metodurnar størri týdning enn úrslitini.

Hjá javnaðinum verður meira knípið. Hesin fyrr so bringubratti flokkur hevur onki alternativ, uttan at fornokta Fólkaflokkin. Formaðurin statsar uppá reyðu gonguna við Tjóðveldi og Framsókn. Við hesum í eygsjón verður javnaðurin bíliga til sølu, ætlar hann sær ávirkan aftur.

Livst so spyrst.

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder