JN

Hvør er ST

...

2017-10-19 08:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvør er ST ???

Eg havi fyrr undrast á hesar ???próvtøkurnar???, sum Føroyar skulu eitast at vera til hjá ST ??? og hvussu hetta gongur fyri seg!

Nú siga tey í Uttanríkisráðnum, at Føroyar aftur hava verið til eina sokallaða ???próvtøku??? hjá ST (?) ??? hesaferð í sambandi við barnarættindasáttmálan.

Tað heilt merkiliga og óhugnaliga er, at ímillum fleiri áheitanir og tilmæli um barnarættindasáttmálan, kemur ein viðmerking um at broyta fosturtøkulógina.

Sagt verður, og eg endurgevi: ???The Committee recommends that the State party align its legislation on abortion in the Faroe Islands with the legislation in mainland Denmark, with a view to ensuring equal access of girls to safe and legal abortion.??? - Tey siga also, at ???Lógin um fosturtøku eigur at verða dagførd soleiðis, at gentur í Føroyum fáa somu atgongd til trygga og lógliga fosturtøku, sum gentur í Danmark.???

Hetta er ræðandi at lesa!

Hvat í allari víðu verð hevur tað við barnarættindi at gera, at mæla til, at Føroyar fáa fría fosturtøku? ??? Er hetta ikki júst tað øvuta av barna???rættindum?????? nevniliga, at taka rættindini frá tí allar veikasta ??? barninum í móðurlívi!

Tað er so nógv annað, sum eg undrist á í samband við frágreiðingarnar, sum koma aftan á hesar ???próvtøkurnar??? hjá ST.

Eg má spyrja, sum eg havi gjørt fyrr: Hvør er ST í hesum førum? Hvør situr í hesum nevndunum í ST? Eru tilmælini nakað, sum tey sjálv finna uppá, ella koma hesar áheitanirnar úr Føroyum?

Vóni ikki, at tað er so galið, at tá ið mann sær, at tað ikki ber til at fáa sínar hugsjónir ígjøgnum her heima, ja, so roynir mann at fáa ST (?) at trýsta fyri seg!

Og nú, ein frágreiðing aftur er komin, havi eg enn einaferð hug at spyrja, um endamálið á ein ella annan hátt er at undirgrava tað føroyska fólkaræðið?

Jógvan á Lakjuni

tingmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder