JN

HVAT H??VDU TEIR GOMLU SAGT - hugleiðingar og tíðindi í samband við nýggja Betesda

....

2014-04-07 21:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað var ein stórur dagur í Klaksvík, leygardagin, 15. mars, tá nýggja Betesda varð tikið í brúk, og bjóðað varð til móttøku frá kl.15 til kl.18.00

 

Hetta var ikki einans ein stórur dagur fyri samkomuna, men so sanniliga eisini fyri Klaksvíkina, sum við hesum bygningi, bæði innan og uttan, hevur fingið eina arkitektoniska perlu mitt í býnum, sum  einki at ivast í vil verða eitt bygningsverk, sum ferðafólk vilja síggja.

 

Tað er ikki einans tað arkitektoniska, sum er vert at nevna í samband við nýggja Betesda, men so sanniliga eisini tað umhvørvisliga dygga íkasti, sum samkoman hevur valt, tá hon valdi at brúka sjóhita ístaðin fyri olju ??? tað fer ikki at renna dropin av olju í Betesda í framtíðini!

 

ANDALIG OLJA

Eitt er, at tað ikki verður brúkt olja í nýggja Betesda, men ynskjandi er, at tann andaliga oljan kemur at renna í streymum, tá hátøkniliga og nýmótans ljóðorkan ber vitnisburðin og sangin út í snotuligi hølini, har millum 700 og 800 fólk kunna sita ??? má tað verða biðið eftir, at so verður!

 

3000 VITJANDI

Menn og kvinnur, ung og eldri, hava arbeitt sum meyrur hesa seinastu mánaðirnar til tess at fáa alt liðugt, tá dyrnar skuldu latast upp; og klokkan 15.00 var klárt og borðreitt. Túsundavís av smákakum og eitt stórt liturtal av kaffi og te, og juice til børnini, var sett á smá borð runt um í húsinum, og fólk vórðu víst inn í hvønn krók.

 

Portalurin hjá Norðlýsinum upplýsti, at umleið 3000 fólk vitjaðu í nýggja Betesda. Fólk alla staðni frá í landinum, bæði fólkakirkjuni og fríkirkjunum, vóru komin at síggja nýggja salin og at ynskja samkomuni til lukku við nýggju snotuligu hølunum.

 

 

 

 

 

 

FLÍSAR ??R BÍBILSKA ???LÍTLA-ASIA???

Eitt sindur av jørðildinum í tí bíbilska ???Lítla-Asia??? og teimum sjey samkomunum, sum Jóhannes skrivaði til í Opinberingini, liggur nú sum gólv í nýggja Betesda. Rátilfarið kemur úr einum bergi, sum liggur tætt uttanfyri býin IZMIR í vestara partinum av núverandi Turkínum, og fabrikkin liggur inni í sjálvum IZMIR, sum er gamli bíbilski býurin SMYRNA, sum var ein av teimum sjey samkomunum, sum Jóhannes skrivaði til í Opinb. kapitul 2 - so ein kann ikki siga annað enn, at gólvið í nýggja Betesda er úr góðum bergi brotið.

 

Talan er um 1000 fermetrar av High-Polish Marmorflísum úr sandsteini, 75 tons í alt, sum eru fluttar í trimum 40-fót byngjum úr IZMIR til Klaksvíkar, og sum við nógvum tolsemi og serdeilis góðum hegni, eru lagdar á øll gólvini bæði í erva og í neðra. Flísarnar eru lagdar eftir einum sokallaðum Rómverskum mynstri. Allar trappurnar eru lagdar við hesum somu flísum, og øll vøskini á øllum toilettunum eru eisini úr hesum sama marmorsteini og gjørd liðug í Turkínum.

 

B??RNINI

Á aðru hædd er stórt barnaansingarrúm við stórum skýggja, og fram við vestursíðuni eru fleiri rúmlig sunnudagsskúlahølir, sum við sínum stóru rútum og góða útsýni, allarhelst vil seta serlig krøv til sunnudagsskúlalæraran, um hann skal megna at halda fokusi hjá børnunum á røttum stað.

 

LOFTIÐ

Tá fólk vórðu víst inn á loftið, høvdu tey útsýnið yvir høvuðssalin, sum eisini tekur seg ómetaliga væl út frá loftinum; ikki minst at síggja  niður yvir stólarnar, sum við sínum útvalda liti passa sera væl inn í heildina.  Líkamikið hvar tú situr á loftinum, niðri í salinum ella úti í forhøllini, so kanst tú síggja bæði talarastólin, sangkórið og stórskýggjan - við einum so stórum skýggja skal tað vera løgið, um nýggju songbókini verður lív lagað í nýggju umstøðunum!

 

Hvíttmálaða rimaverkið framvið loftinum, er framleitt í býnum Makfalva/Ghindari í Rumenia. Tað er ein Føroyavinur, sum eigur stórt maskinverkstað í býnum, ið hevur framleitt hetta í samstarvið við KJ-Hydraulik í Kambsdali. Hetta sama maskinverkstaðið í Rumenia framleiðir aliringar til føroysku alibrúkini.

 

150 sitipláss eru á loftinum, sum eru træbenkur, hegnisliga gjørdir av monnum í samkomuni, og klæddir við stoffi, sum kvinnur í samkomuni hava seymað.

 

LYFT

Eisini hevur man hugsa um tey, sum eru illa gongd ella sita í koyristóli. Um onkur, sum er illa gongdur, fegin vil sita á loftinum meðan møti er, so kann viðkomandi nýta lyftina, sum er løtt atkomulig úti í forhøllini.  

 

FRÍTÍÐARARBEIÐI

Samkoman í Betesda hevur havt frítíðararbeiði í nógv ára tíggir, sum ein stórur partur av børnum og ungum í Klaksvík hava notið gott av. Í nýggju hølunum skuldi ligið væl fyri at hildið fram við hesum, tí í norðara enda á aðru hædd er eitt stórt høli, sum kann brúkast bæði til frítíðararbeiði og veitslur.

 

 

 

 

N??GV GLAS

Nýggja Betesda er bæði rúmligt og ljóst. Stórur partur av útsíðunum eru glas, bæði í erva og í neðra, so her kann sigast, at tað ævinliga ???elverkið??? leverar ljóskelduna tað mesta av degnum.

 

Tá ein kemur inn í forhøllina, kennir ein seg vælkomnan. Har er ljóst við góðum útsýni og hugnaliga innrættað við smáum kaféborðum, sum leggur upp til, at ein steðgar á og fær sær eitt hugnaligt prát. Eisini er ætlanin at halda fram við opnu kaféini, ein dag um vikuna, sum eisini hevur verið seinastu tvey árini í fyribilshølunum hjá samkomuni á Klaksvíksvegnum, og sum hevur havt sera góða undirtøku ??? her eru øll vælkomin  at fáa sær ein drekkamunn og eitt uppbyggiligt prát! Kaféin verður opin hvønn hósdag kl.10.00

  

SJ??HITI

Í einum rúmi aftanfyri pallin, sum ikki liggur so ásýnligt, er eitt anlegg, sum flestu okkara ikki hava sæð áður, og ta er Sjóhitaskipanin. Samkoman í Betesda valdi at hita nýggju hølini við grønari orku. Nýskapandi maskinmenn í samkomuni, við góðum ráðum frá serkønum, hava lagt hita úr vágni og inn í Betesda, sum er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum, við tað at skipanin brúkar CO-2, sum er umhvørvisneutralt. Skipanin hevur koyrt í tveir mánaðir, og heimildarfólk siga, at hon koyrir sum ein dreymur og at húsið hevur tann hita, sum tað skal hava. 

 

LJ??ÐT??KNIN

Í dag eru tað aðrir bollar á suppuni, enn tá teir gomlu bygdu gamla Betesda, tá talan er um ljóð. Men teir gomlu høvdu ofta eina kraftmikla og klára rødd, so teir vóru í sær sjálvum ein góð hátalaraskipan til krøvini tá. Men í dag, við teimum nógvu ljóðførunum og nógvu ljóðmøguleikunum, eru tað heilt onnur ljóðkrøv, sum verða stilla til almennar bygningar.

 

Hesi krøvini hevur man roynt at liva upp til í nýggja Betesda, sum í dag húsar eina tað mest  framkomnu ljóð- og hátalaratøknina, sum er at finna á marknaðinum, ikki minst tá hugsa verður um nýggja mixipultin, sum hevur ikki færri enn 64 kanalir ??? ein sonn avbjóðing fyri tann unga, sum vil royna sínar tøkniligu førleikar!

Nýggi salurin og nýggja ljóðtøknin í Betesda er ein samansjóðað eind, soleiðis at skilja, at ljóðskipanin  sjálvvirkandi kann justera salin til tað hægstu ljóðstyrkina og eitthvørt slag av tónleiki, sum kemur gjøgnum hátalararnar, soleiðis at tað verður tann rætti rúmklangurin úti í salinum.  

 

Ljóðskipanin eitur Acoustic Control System (ACS), og er ein ???intellegent??? skipan, sum sjálvvirkandi eisini tilpassar seg eftir tí, sum ferð fram millum fólkið úti í salinum; t.d. um onkur reisir seg upp at biðja ella hava ein vitnisburð, so fangar ACS-skipanin ljóðið so væl, at tað hoyrist um allan salin ??? so nú er bara at fáa gongd í vitnisburðarnar!

 

Yvir pallinum eru 12 stórir hátalarar, og úti í salinum eru 34 minni hátalarar. Yvir pallinum er eisini ein røð av  projektørum, sum kunna lýsa pallin bæði frammanfyri og aftanfyri - hetta er nakað ungdóminum  dámar sera væl!

 

Yvir pallinum hongur eisini  stórskýggin, sum er heilar 2,88 metur høgur og 4,80 metur langur, ella knappar 14 fermetur.

 

??ll tøknin verður stýrd frá einum stórum teldupulti (tøknioyggj), sum stendur umleið miðskeiðis í salinum, og sum tøkniliga minnir ikki sørt um eina nýmótans skipsbrúgv.

 

M??GULEIKAR

Við nýggja salinum hevur samkoman fingið higartil ókendar møguleikar at náa út við tí livandi boðskapinum. Hølini eru ikki einans væl egnaði til møtir, men eru útgjørd til konsertframførslur á altjóða støði. Tað er einki at ivast í, at konsertframførslur koma at gerast ein størri og størri partur av formidlingini av orði Guds, tí sangur hevur eina serliga inngongd inn í mannasálina. Tí er tað av alstórum týdningi, at samkomurnar eisini fylgja við á hesum økinum ??? og tað hevur Betesda gjørt við nýggja bygningsverkinum!  

 

 

 

FYRSTA M??TI Í

NÝGGJA BETESDA

 

Kl.18.00 var móttøkan liðug, og tá byrjaði fyrsta møti í nýggja Betesda. ??ll fingu eina skrá í hondina, sum legði upp til eina fjølbroytta løtu við talum, felagssangi, bønum og lovsangi, við luttøku av barnakóri, Betesdakórinum, Kvartettini í Betesda og Seytjan sangarum. John Færø og Tóra við Keldu leiddu løtuna, og tað gjørdu tey meistarliga nýskapandi.

 

Frá møtinum leygarkvøldið, tá salurin varð tikin í brúk

Á slagnum klokkan 18.00 bjóðaðu John og Tóra fólkinum vælkomnum, sum vóru umleið 1000. Fólk stóð úti í forhøllini og allan vegin fram við veggunum. John Færø legði út við at siga, ???at Orð Guds hevur altið havt høvuðsplássið í gamla Betesda, og soleiðis skal tað eisini verða í nýggja Betesda.???

 

John og Tóra fingu fólkið at syngja av fullum hálsi í felagssanginum, sum fylti hesi nýggju stóru hølini, og tað var ein sonn frægd at vera ein partur av  lovsanginum hetta fyrsta kvøldið í nýggja Betesda. Bæði ljóðlíkindini og ljóðtøknin eru í hægstu góðsku. 

 

Menninir, sum umboðandi samkomuna tóku nýggja salin í nýtslu, vóru Steinbjørn Jacobsen, Eivind Niclasen og Eyðun Eltør.

 

STEINBJ??RN

Steinbjørn innleiddi við tekstinum í Efesusbrævinum kapitul 4 ørindi 3: ???Leggi tykkum eina við at verða verandi í einleika Andans í bandi friðarins,??? og so legði hann afturat: ???Hetta hevði verið ein góð yvirskrift yvir húsinum!???

- ???fólkið í samkomuni er enn meiri samansjóðað, meðan byggingin hevur staðið uppá!???

- ???Byggingin av salinum er eitt greitt dømi um, hvussu nógv kann verða gjørt,  tá allar náðigávurnar sleppa framat!???

 

 

 

EIVIND

Eivind, sum er fleiri 90 ár, tók soleiðis til: ???Tað runnu nógv tár, tá seinasta møti var liðugt í gamla Betesda, men í kvøld renna gleðistár, nú fyrsta møti er í nýggja Betesda!???  Síðani bað Eivind eina inniliga og hjartaliga bøn fyri samkomuni og hennara nýggju umstøðum.

 

B??NARL??TA

Aftan á Eivind og áðrenn høvuðstaluna hjá Eyðun, varð lýst til bønarløtu, har tað var frítt at luttaka. Ein andaktsfull løta, har bæði kvinnur og menn tóku lut.

 

EYÐUN

Eyðun hevði høvuðstaluna, sum varð borin fram á ein livandi og fangandi hátt. Tað var heilt greitt, at Eyðun hevði nakað á hjarta hetta fyrsta møti í Betesda. Hann setti m.a. spurningin: ???Hvar býr Gud???? Við hesum vildi Eyðun leggja dent á, ???at tað er umráðandi, at Guds nærvera altið er at kenna millum okkum í samkomu Guds.........og um tað ikki er so, er arbeiði til fánýtis.???

 

Eyðun var seinasti talari í gamla Betesda, og hetta kvøldið var hann millum fyrstu talararnar í nýggja Betesda!

 

LOVSANGUR

Síðani var lagt upp til felagssang og skiftandi kórsang, sum eisini kann sigast var ein hóskandi takkar- og lovsangsløta fyri alla tað vælvild, sum Harrin hevur víst samkomuni, meðan byggingin er farin fram.  Fyrsti felagssangurin, sum varð sungin á hesum fyrsta møtinum í Betesda, var sangurin hjá Victor Danielsen, ???ja sig Honum takk,??? sum var ein hóskandi startsangur í nýggja salinum, tí nógv er at takka fyri.

 

GENTUK??RIÐ

Fyrsta kórið, sum kom upp á pallin var eitt kór, sum taldi umleið 40 fittar smágentur. Tær sungu tríggjar sangir, og tað kundi hoyrast, at genturnar kendu sína uppgávu.

 

KVARTETTIN Í BETESDA

Teir sum manna kvartettina, vóru væl fyri hetta kvøldið í Betesda, ikki minst tí, at teir júst høvdu fingið at vita, at í FMA-kappingini í Norðurlandahúsinum, sum var hetta sama kvøldið, vóru júst teir kosnir at vinna føroyska tónlistaheiðurin fyri 2014 (Faroese Music Award - FMA). Teir vunnu eisini stóran heiður hetta fyrsta kvøldið á pallinum í Betesda, tá teir sungu sínar evergreen slagarar beint í hjørtuni hjá áhoyrarunum.

 

17 SANGARAR

Teir 17 sangararnir hjá Jógvan við Keldu eru altið ein avspegling av einum drivnum og disiplineraðum kórleiðara, tá hetta úrvalskórið fer á pall. Soleiðis var eisini hetta kvøldið í Betesda. Teir sungu fýra sangir, sum fylti salin so vakurt, at onkur hugsaði, um tað mundi vera tann nýggja avanseraða ljóðtøknin, sum hjálpti so væl til ??? tað var tað nokk eisini!

 

BETESDAK??RIР

Kórið er 88 ára gamalt, men framvegis eitt livandi og nýskapandi kór, sum aftur prógvaði sínar musikalsku dygdir, leygarkvøldið í nýggja Betesda við Árna Jacobsen sum kórleiðara. Kórleiðslan hevði gjørt sær ómak at byggja upp eina sangskrá við fýra sangum, sum hvør sær umboðaðu ymisk tíðarskeið í samkomusøguni hjá Betesda. Undan hvørjum sangi varð ein søguligur tekstur lisin upp, sum lýsti viðkomandi tíðarskeið.

 

Áðrenn kórið sang fyrsta sangin, varð ein  tekstur lisin upp, sum lýsti tíðina umleið 1917, tá fyrsta Betesda varð bygt. Tá varð ikki sungið á føroyskum í kirkju ella samkomu, tí enn vóru eingir sálmar á føroyskum máli.  Fyri at geva eina føling av hvussu var við samkomusanginum tá, so sang kórið á donskum, ???Hvilken ven vi har i Jesus,???

sum Victor Danielsen týddi til føroyskt, ???Á, hvør vinur er ei Jesus.??? Í 1920 kom gongd á føroyska sálmasangin.

 

UNGD??MURIN

Hetta fyrsta møti í Betesda var liðugt kl.20.30, og kl.21.00 byrjaði ungdómsmøti. Ungdómar allastaðni frá í Miðstaðarøkinum streymaðu inn í nýggja salin í Betesda, og tey vóru eins spent, sum vit tilkomnu og eldru, at sleppa at uppliva hesar nýggju umstøðurnar.

At nýggja Betesda ikki einans er bygt til eldra ættarliðið, men eins nógv til tey ungu, er øll tann framkomna tøknin, sum húsið er útgjørt við, eitt greitt boð uppá; tí er tað nakar, sum dugir at handfara teldutøknina, so eru tað tey ungu ??? og har sleppa tey at royna seg í tí stóra og spennandi teldupultinum.

 

 

 

HVAT H??VDU TEIR GOMLU SAGT?

 

Meðan ein hevur sitið og skrivað, eru nógvir av teimum gomlu komnir í hugan, har ímillum Jens Klæmint Isaksen. Tað var m.a. hann, sum tók stig til at byggja fyrsta Betesda í Klaksvík í 1917. Fýra útbyggingar hava verið til dagin í dag, nú samkoman aftur situr í einum nýggjum bygningi, sum óivað kemur at útliva nógv tey flestu, sum búgva Í Klaksvík í dag.

 

Ein kann ikki annað enn seta sær sjálvum hendan spurningin: ???Hvat høvdu teir gomlu sagt, um teir sótu á fremstu røð hetta leygarkvøldið í nýggja Betesda? Tað er einki at ivast í, at teir høvdu sagt: ???Tað loysti seg!!!???

 

Við hesum orðum vil undirritaði ynskja samkomuni í Betesda hjartaliga til lukku við nýggja salinum, og samstundis minna á, ???at tað loysir seg at vera trúfastur móti Harranum og Orði hansara!!???

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder