2021-06-14 15:51
Leygardagin tann 16. juni letur Tjóðsavnið aftur upp á Hvalastøðini. Til ber at síggja Hvalastøðina við Áir hjá norsk-skotsku fyritøkuni Christian Salvesen í Leith í Skotlandi, sum byrjaði sítt virki í 1905. Hvalastøðin við Áir er ein týðandi og einstakur ídnaðararvur í Føroyum.
Verkætlanin at varðveita hvalastøðina við Áir hevur verið í gongd síðan 2011. Kortini ber til at síggja støðina.
Húsini og bygningarnir standa sum varðar frá einari farnari tíð. Ein framsýning um hval og hvalaveiðu er eisini at síggja inn á støðini.
Opið er hvønn leygardag og sunnudag frá 10-17. Byrjað verður leygardagin tann 16. juni. Opið er til 15. august. Rundvísing verður 3 ferðir um dagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald