Mentan

Húsagongd í Sandavági

...

2018-05-03 10:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fjórða árið á rað verur tónleikaratiltakið Húsagongd í Sandavági.

Tað var í 2015 at sjøtil var settur á tiltakið við íblástri frá tiltakinum Hoyma í Syðrugøtu.

Fyrsta árið vóru 7 bólkar og einstaklingar, sum luttóku við tónleiki til áhugaðar áhoyrarar í heimum hjá fólki í gamla partinum av bygdini í Sandavági.

Húsið "Loftagrund" niðri við Kirkjugarðsbrúnna hevur verið snúningspunkti um tiltakið, har fólk fáa armband fyri goldið atgongumerkið frá klokkan 17.30, har verður eisini søla av drekkivørum alt kvøldið.

Í fjør og aftur í ár verður okkara egni Sámal Ravnsfjall á Loftagrund, og fer at spæla nøkur løg frá klokkan 18.

Eisini verður Stanley Samuelsen á Loftagrund, hansara fyrsta konsert er klokkan 20.45 og Stanley setir punktum fyri Húsagongd 2018 frá klokkan 23.30 og har vænta vit eitt orduligt brak av eini konsert frá trubadurinum.

Aftur í ár er útselt til Húsagongd, tað hevur tað verið á hvørjum árið.

Fyrirekararnir hava biti merki í at tað eru nógvir áhoyrarar, ið koma aftur ár undan árið, at lurta eftir tónleiki á stovukonsertunum.

Tiltakið hevur øll árini staði upp og niður fíggjarliga, tá í tónleikararnir hava fingið sýna samsýning, og tað er millum annað portalunum jn.fo og vp.fo fyri at takka, at lýsingarútreiðslurnar hava verið so at siga ongar.

Fólk búsitandi í gamla partinum av bygdini í Sandavági hava verið sera fyrikomandi og blíð, og hava lati upp egnar dyr fyri tiltakinum og tað eru fyrireikararnir takksamir fyri.

Uttan stóra vælvild frá fólkum í grannalagnum á Sondum og úti á Bakka, var tiltakið Húsagongd snøgt sagt ikki til.

Í ár koma tit at hoyra tónar frá hesum bólkum og einstaklingum:

Kl. 18.00 - Sámal Ravnsfjall - á Loftagrund

Kl. 19.00 - Hamradun - heima hjá Tóru og Jens

Kl. 19.15 - Hanus G - heima hjá Jóhonnu og Allan

Kl. 19.30 - Hans Andrias - heima hjá Elin og Jan Erik

Kl. 19.45 - Greta & Kapnas - heima hjá Evu og Jógvan

Kl. 20.00 - Jórunn - heima hjá Anniku

Kl. 20.15 - Ester - heima hjá Sóleyð

Kl. 20.30 - Laila & Niels Petur - heima hjá Petru

Kl. 20.45 - Kvonn - heima hjá Turid og Jóhannes

Kl. 21.00 - Stanley - á Loftagrund

Klokkan 21.15 verður byrja av nýggjum.

Kl. 21.15 - Hanus G - heima hjá Jóhonnu og Allan

Kl. 21.30 - Hamradun - heima hjá Tóru og Jens

Kl. 22.00 - Hans Andrias - heima hjá Elin og Jan Erik

Kl. 22.15 - Greta & Kapnas - heima hjá Evu og Jógvan

Kl. 22.30 - Jórunn - heima hjá Anniku

Kl. 22.45 - Ester - heima hjá Sóleyð

Kl. 23.00 - Laila & Niels Petur - heima hjá Petru

Kl. 23.15 - Kvonn - heima hjá Turid og Jóhannes

Kl. 23.30 - Stanley - á Loftagrund

Konsertirnar vara í áleið 40 minuttir hvørja fer, tískil má ein leggja sær kvøldið til rættis. Um ein vil hava so nógv við sum gjørligt.

Les meira um tónleikara upplivingina Húsagongd á okkara facebook síðu https://www.facebook.com/husagongd/

Fyrireikarirnir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder