2013-08-08 14:33
Í vikuni eru eini nýggj hús reist í Gásadali. Talan er um eini stór hús, sum liggja ovarlaga í bygdini. Sum vit skilja, so eru tað mennirnir aftanfyri Bakkafrost, sum byggja.
Húsini, sum nú eru reist, eru 4. húsið, sum verður bygt í Gásadali, síðan Gásadalstunnilin kom, harafturat er ein stór høll eisini bygd í Gádadali, sum verður brúkt til verkstað.
Vit tóku nakrar myndir í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald