So er hon her! Áhugaverda barnabíblian, sum vit leingi hava bíðað eftir.
Barnabíblian er ein myndabók við avmarkaðum teksti og er góðar 500 síðir til støddar. Í bókini eru 96 søgur; 48 úr Gamla Testamenti og 46 úr Nýggja Testamenti. Aftast í bókini er eisini ein frágreiðing til ávís orð, sum kunna vera trupul at skilja.
Bókin er ætlað yngri børnum, men kann eisini vera áhugaverd hjá eldri børnum, serliga tí at myndirnar eru so fangandi og lýsa væl huglagi í einstøku søgunum á ein hugtakandi og skemtiligan hátt. Hetta er ein frálík bók hjá foreldrum at lesa saman við smærru børnunum og hjá børnum í skúlaaldri at lesa sjálvi.
Tað er Amy Tausen, sum hevur týtt og forlagið ???Bókin??? hjá Føroyska Bíbliufelagnum gevur út. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur ritstjórnað útgávuni.
Barnabíblian er at fáa í bókasølum um alt landið, og kostar 248,- kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald