KAPPING: Vegna ov lítla undirtøku er hugskotskappingin, sum Landsverk ætlaði at skipa fyri annað árið á rað, avlýst.
Tíverri er ikki grundarlag fyri at halda fram við lýstu hugskotskappingini hjá Landsverki, har lesandi og onnur kunnu fáa síni hugskot professionelt viðgjørd av serfrøðini á stovninum. Orsøkin til avlýsinginia er ov lítil undirtøka.
Landsverk ynskti við kappingini at fáa samband við evnarík fólk, ið hava ambitiónir og tankar um, hvussu Føroyar kunnu víðarimennast. Tí bjóðaði stovnurin lesandi og øðrum við hollum útbúgvingum, ið liggja inni við møguligum hugskotum, ella ynskja at menna hugskot, um at koma við teimum. Eitt nú, hvussu ein nýggjur føroyskur arkitekturpolitikkur møguliga kann orðast, ella hvussu menningin av føroyska infrakervinum kundi verið skipað.
Hetta verður tíverri av ongum í ár, tí undirtøkan ikki er til staðar. Hvørt kappingin verður uppafturtikin komandi vetur, er støða ikki tikin til enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald