Politikkur

Hugleiðingar 1. mai 2014

...

2014-05-02 01:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit eiga øll Føroyar

Hugleiðingar 1. mai 2014

Høgni Hoydal

Í ár eru 60 ár liðin síðani tað stóra fiskimannaverkfallið í 1954. Har túsundtals fiskimenn, verkafólk, familjur og stuðlar úr øllum landinum savnaðust til fundar og mótmælisgongu í Tórshavn. Við Erlendi Paturssyni á odda eydnaðist at standa saman ??? og tey rættindi, sum fiskimenn hava átt síðani, vórðu vunnin tá.

16 ár frammanundan hevði Andreas Ziska, keypmaður, fakfelagsmaður og loysingarmaður, víst á við tølum og útrokningum, at í Færø Amt var inntøkubýtið soleiðis: Ein tíggjundapartur av fólkinum hevði eins stóra inntøku sum allir hinir níggju tíggjundapartarnir tilsamans.

Hetta var veruleikin í Føroyumn. Og sosialu byltingarnar fóri í stóran mun fram í 50???unum Í fimmitárunum vóru eisini aðalverkføll og stór átøk frá føroysku arbeiðskvinnu- og arbeiðsmannafeløgunum, sum vunnu grundleggjandi rættindi til tað føroysku fjøldina.

Frælsisrørslurnar í Føroyum

Tá rann saman millum tjóðskaparrørsluna, verkafólka- og fakfelagsrørsluna og ta vinnuligu rørsluna, sum vildi tryggja nýggjar vinnuvegir og rætt hjá øllum at reka vinnu. Og tað sigur seg sjálvt: At taka ábyrgd og ræði á egnum landi og tilfeingi og vinna javnrætt fyri føroysku tjóðina millum aðrar, er óloysiliga samantengt við at vinna somu rættindi og møguleikar fyri alt fólkið, sum er tjóðin.

Og úrslitið er greitt: Tá frælsi, fólkaræði og javnrættindi eru aðalmálið fyri bæði tjóðina úteftir og fyri alt fólkið í landinum inneftir, henda tey veruligu framstigini. Tann yvirstættin, ið stýrdi Føroyum og sum bardist ímóti øllum royndum at vinna tjóðini og fólkinum frælsi og rættindi, mátti ásanna: At tess størri rættindi vórðu vunnin tjóðskaparliga og sosialt hjá øllum, tess meira vaks samfelagið, búskapurin, trivnaðurin og mentanin ??? og tess størri var vinnuligi framburðurin.

Og hetta er eisini læran, sum bæði Føroyar og allur heimurin kunnu ásanna í dag. Tað gevur sjálvsagt ongan veruligan framburð ella gagnar nøkrum samfelag, at nakrar fáir einstaklingar ella nakrar úrvaldar stættir hava framíhjárættindi til vald landsins og ognir, meðan meginparturin av fólkinum rindar alt við sínum dagliga arbeiði til tess at fáa endarnar at røkka saman. Tað hevur koyrt bæði Føroyar og allan heimin á heysin aftur og aftur.

Vit leggja aðra leið

Aðalmálið, sum kann bera veruligan framburð við sær og leggja aðra leið fyri alt fólkið í Føroyum er m.a. orðaður soleiðis í stevnuni hjá Tjóðveldi frá 1948:

???Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins. Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum (...). Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.

Politiska lív landsins verður grundað á satt fólkaræði. Valdið er fólksins, og teir, sum røkja størv í umboði fólksins, skulu í øllum lutum standa fólkinum til svars fyri gerðir sínar í hesum størvum.???

Spjaðingin hevur eydnast

Tað hevur tó støðugt eydnast afturhaldinum at spjaða tjóðskaparrørsluna, verkafólka- og fakfelagsrørsluna og ta vinnuligu rørsluna, sum saman hava skapt tey stóru framtøkini í Føroyum.

Tað hevur eydnast at spjaða við at billa føroyingum inn, at danskir pengar og stríð um danskar pengar eru fortreytin fyri vælferð í Føroyum ??? og ikki tað sum vit sjálv skapa og eitt rættvíst býti og javnrættindi til alt fólkið av samfelagsins virðum.. Og tað hevur eydnast at spjaða við at billa okkum inn, at landið er fátækt og lítið.

Eitt tað ógvusligasta úrslitið av hesum spjaðingarpolitikki hjá afturhaldinum síggja vit við tí ekstremu sambands-høgrasamgongu, sum situr við valdið í Føroyum í dag. Tí tað tekur bert fá ár at bróta alt tað niður, sum ættarlið hava bygt upp:

- Vinnuliga eru vit á veg aftur í feudaltíðina, har bara nakrir heilt fáir einstaklingar høvdu ognarrættin og ræðisrætt til tilfeingið. Og har tað vóru útlendskir valdsharrar, ið høvdu Føroyar ella jørðina og ognirnar í len. Teir høvdu so nakrar uppisitarar at røkja ognirnar og flyta øll virðini og vinningin av landinum.

- Sosialt eru vit á veg aftur í tað grova stættarsamfelagið, har bert tey, ið hava ráð, ognir og góða inntøku, fáa fremstu samfelagstænstur. Og har vit grava djúpar gjáir millum fólk. Har vunnin rættindi hjá fiskimanna-, verkafólka- og fakfelagsrørsluni verða miðvíst undirgrivin.

- Tjóðskaparliga eru vit á veg aftur í amtstíðina, har vit frásiga okkum rættindi sum tjóð og støðugt binda okkara samfelag fast í ein undirskipaðan og avmarkaðan veg út í heim.

Og allar avgerðir hjá sitandi stýri hava til endamáls at spjaða: Framtíðin verður pantsett og sett upp ímóti nútíðini við pensjónskattingini. ??ttarlið verða sett upp ímóti hvørjum øðrum. Hægri lønt verða sett upp móti teimum lág- og miðalløntu. ??kir í landinum verða sett upp ímóti hvørjum øðrum. Verkafólk verða sett upp ímóti alment løntum. Tí afturhaldið og ta grova høgrarákið kann bara virka og nørast, um ta ber til at tæga alt sundur.

Frælsisrørslurnar mugu fylkjast

Boðskapurin hendan 1. mai 2014 skal tí vera: Tær sterku frælsisrørslurnar, sum hava bygt Føroyar, mugu fylkjast. Tvørturum øll partapolitisk mørk. Og virka í felag fyri at leggja eina nýggja frælsisleið fyri Føroyar og fyri alt fólkið í landinum. Vit skulu aldrin at góðtaka, at alt tað sum er bygt upp og bundið saman gjøgnum meira enn 42 ættarlið á hesum klettum, verður skrætt sundur og uppflusnað av hugsjónarleysum og ábyrgdarleysum politikarum.

Vit eru ikki eitt lítið land. Ella eitt fáment fólk. Vit eru helst ríkasta landið í heiminum við okkara møguleikunum í tilfeingi og mentan, tá vit meta okkum í mun til fólkatalið. Virðini, sum vit sjálv skapa, eru ríkilig til at skapa vælferð fyri øll.

Dreymarnir skulu liva

Men vit hoyra tað so oftani: Tit eru jú bara droymarar! Tit mugu fyrihalda tykkum til veruleikan! Tit mugu binda frið og vísa virðing fyri valdinum!

Og ja, vit eru droymarar. Tað eru dreymar og stríðini fyri at gera teir til veruleika, sum hava skapt øll menniskjalig framstig í heiminum og í Føroyum. Dreymar eru tað tilfar, sum samfeløg, tjóðir og framburður eru spunnin úr.

Hoyri ofta fólk, sum hava hug at missa mótið av politiska dárskapinum. Summi tosa enntá um at flyta av landinum. Eg fái ilt fyri hjartað av at hoyra tað.

Vit skulu ikki venda Føroyum bakið og tosa um at rýma av landinum. Vit skulu venda samgonguni, spjaðingini og egingirndini bakið.

Vit skulu heldur aftur knýta tey bond av margfeldni, og leggja afturat tí samansetta felagsskapi, sum byggir einar frælsar, samhaldsfastar og mennandi Føroyar fyri øll.

Vit skulu taka Føroyar aftur til okkara. Tí vit eiga øll Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder