JN

HT Open 2014

...

2014-03-31 23:52 Author image
placeholder

Hervið verður bjóðað til HT OPEN 2014 talvkappingina í døgunum 04.-06. apríl. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2013/14.

Kappingin byrjar fríggjadagin 04. apríl, kl. 18.00, tá eitt umfar verður telvað. Leygar- og sunnudagin verður byrjað kl. 10.00 og 15.00.

Tíðin til alt talvið verður 1 ½ tími + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin, 50 kr unglingar. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 04. apríl.

Tilmelding

Smsa luttøku (navn + rating) hjá Talvsambandinum: tlf. 22 00 13 og ella við telduposti til[email protected]

Seinasta freist at melda til er mikukvøldið 01. apríl kl. 21:00 - tað verður ikki tikið móti tilmelding eftir freistina !

Luttakaratalið avger um telvað verður í Havnar Telvingarfelag ella øðrum stað. Kunngjørt beint eftir tilmeldingarfreistina.

Møtið Fjølment !

Havnar Telvingarfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder