JN

HSF hevur longt samstarvið við Flemming Oliver Jensen

...

2014-02-25 21:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF hevur longt samstarvið við Flemming Oliver Jensen til eisini at fevna um úrvalsvenjing komandi kappingarár í 2014/15.

Í tí sambandi ynskja vit tó longu nú, saman við Oliver, at minna á týdningin at vit øll, HSF, venjarar, leikarar og foreldur taka hetta arbeiðið í størsta álvara og fylgja teimum mannagongdum, sum eru fyriskrivaðar. Bæði viðvíkjandi uppmøting, avboðum o.s.fr.

Fyri framman standa nógvar spennandi uppgávur, og framhaldandi fara vit at betra og styrkja karmarnar, soleiðis at alt landsliðs- og úrvalsarbeiði hjá HSF kemur í fasta og trygga legu, tað skrivar HSF til tey, ið eru við í úrvalsvenjingini.

Sí eisini: Oddabrak í Kollafirði mikukvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder