Strandingar tóku, við sigrinum á VÍF í dag, eitt stórt fet fyri at náa finalupláss í Atlantic Airways-kappingini.
Fyrri hálvleikur var spennandi og javnur, men í seinna hálvleiki løgdu strandingar seg skjótt framum og førdu við 6 og 5 málum leingi í seinna hálvleiki, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, tó pyntaði VÍF um støðuna, soleiðis at úrslitið gjørdist 28-30 eftir at støðan í hálvleikinum var 10-13 til StÍF.
StÍF hevur nú 25 stig, bert 2 stig aftanfyri VÍF sum er á 2. plássi - Nr. 1 er KÍF við 29 stigum.
VÍF: Sámal Joensen 4, Julian Olsen 3, Áki Egilsnes 6, Joen P. Høgnesen, Agnar Joensen 3, Andrias Eriksen 1, Niklas Simonsen, Zarko Pejovic, Mads Eriksen 1, Tóki Seloy, Teis Rasmussen, Hanus Christoffersen, Filip Jojic 10 og Sjurður Nielsen.
StÍF: Levi Nybo, Fríði Djurhuus, Leivur Justinussen, Allan Norðberg 3, Jákup Bertelsen 3, Sveinur Justinussen 4, Kjartan Johansen 10, Sverri Joensen, Borgar Danielsen 3, Jógvan G. Joensen, Steinar A. Prestá, Marius Joensen 5, Jóhannes Olsen, Pauli G. Hansen 2, Eyðfinn Poulsen og Hjørtur á Fløtti.
Støður:
5. min. 2-1
10. min. 3-2
15. min. 3-3
20. min. 8.5
25. min. 9-9
30. min 10-13
35. min 11-17
40. min. 15-19
45. min. 15-22
50. min. 20-25
55. min. 24-29
60. min. 28-30
Dómarar: Heri Petersen og Gert Hansen
Áskoðarar: 350
Sí eisini: Gomul hondbóltsmynd - Sóljan - Terna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald