Vinna

Høgiklettur siglir inn við 1.150 tonsum

...

2013-10-02 03:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgiklettur fór í dag at sigla inn við 1.150 tonsum av makreli, teir skulu landa á Tvøroyri. Høgiklettur verður á Tvøroyri kl. 10 í morgin. 

Høgiklettur hevur roynt á uml. 64N og 0,5V, har áleið royna øll tey føroysku skipini og eisini 2 íslendsk skip - Børkur og Polar Amaroq.

Í løtuni landar Jupiter á Tvøroyri, teir verða liðnir á miðnátt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder