Vinna

Høgaberg kemur á Fuglafjørð við svartkjafti

...

2018-12-21 11:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgaberg, sum hevur roynt eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi, kemur á Fuglafjørð beint eftir middag við 1.600 tonsum av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, Høgaberg hevur fiskað alla svartkjaftakvotuna, teir verða tí liggjandi á Fuglafirði til eftir nýggjár.

Nøkur føroysk skip eru enn á feltinum sunnast í føroyskum sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder