Vinna

Høgaberg kemur á Fuglafjørð seinnapartin

...

2018-04-19 13:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgaberg siglir inn av svartkjaftafeltinum, teir verða á Fuglafirði seinnapartin, Høgaberg hevur 2.000 tons. 

Teir sleppa framat at landa leygarkvøldið, í løtuni landar Christian í Grótinum, so skal Jupiter landa og so Hoyvík, áðrenn Høgaberg sleppir framat leygarkvøldið.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, sagt varð, at teir høvdu roynt longuri vesturi enn teir flestu bátarnir royna, mest suður av Føroya Banka, fiskiskapurin hevðii verið góður, teir gjørdu 4 tov, har teir fingu umleið 500 tons í hvørjum tovi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder