Vinna

Høgaberg kemur á Fuglafjørð í kvøld

...

2018-03-01 10:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgaberg kemur á Fuglafjørð í kvøld við 1.140 tonsum av lodnu, sum teir skulu landa til Pelagos, Høgaberg hevur hendan túrin roynt eystur úr Oyggjunum.

Finnur Fríði skal landa 900 tons, teir byrja kl. 16, so skal Tasiilaq landa 300 tons og so eigur Høgaberg tørn hjá Pelagos.

Høgaberg hevur nú fiskað alla lodnukvotuna, so teir fara á svartkjaftaveiðu, tá ið teir loysa aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder