2013-10-17 22:18
FYRSTAHJÁLPARASKIEÐ:Seinasta árið hevur Landsverk aftur skipað fyri fyrstuhjálparaskeiðum á stovninum
Sum nakað nýtt varð hesaferð undirvíst í nýtslu av hjartastartara. Tríggir hjartastartarar vóru í hesum sambandi keyptir, og eru teir nú, eftir ráðum frá millum annað Reyða Krossi, settir upp í smiðjuni í Kollafirði, í Hundsarabotni og á høvuðsskrivstovuni í Havn.
Endamálið við fyrstuhjálparskeiðum er at tryggja, at øll starvsfólk hjá Landsverki kunnu hjálpa til við fyrstuhjálp og hjartastartara, um tey eru til staðar, har óhapp henda ella annað er áfatt.
Fyrstahjálp og hjartastartarar eru sjálvandi amboð, ið øll vóna ongantíð verða neyðug at nýta. Nakað aftaná skeiðið í ár fingu tvey av okkara starvsfólkum tó nýtt bæði sínar førleikar í fyrstuhjálp og nýtslu av hjartastartara. Hetta hendi á landsvegnum einar 200-300 metrar norðan fyri smiðjuna í Kollafirði, har starvsfólk hjá Landsverki komu fram á ein mann, ið hevði fingið ein hjartatilburð. Onnur ferðandi høvdu tikið mannin úr bilinum og góvu honum hjartamassasju og aðra fyrstuhjálp. Ein sjúkrarøktarfrøðingur var á staðnum og var tað hon, ið skipaði fyri fyrstuhjálpini.
Okkara starvsfólk bóru skjótt at, og innan stutta tíð var hjartastartarin, sum Landsverk hevur í smiðjuni í Kollafirði, fingin á staðið og tikin í nýtslu. Sambært teimum, sum vóru á staðnum, kom luttøka á og lærdómur frá fyrstuhjálparskeiðnum væl við.
Seinni kom lækni á staðið, og maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til viðgerðar. Ambulanstutænastan í Vágum hevur seinni boðað Landsverki frá, at hjartastartarin og skjóta fyrstahjálpin hjá øllum, ið vóru á staðnum, bjargaði lívinum á manninum.
Kelda: lv.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald