Mentan

Hittbólkar á Summar Festival

...

2018-05-08 13:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tveir festligir føroyskir bólkar spæla á Summar Festivalinum



Summar Festivalurin boðar í dag frá, at bólkarnir Tinganest og Páll Finnur Páll spæla á festivalinum í august.

Tinganest hevur síðani áttatiárini skrivað og sungið sangir fyri føroyingum. Teirra gløggu eygleiðingar, skeivu vinklar, vælsitandi tekstir og fangandi løg hava givið bólkinum eina heilt serliga støðu í føroyskum tónleiki. Verður tað lagt saman við serstaka vágasoundinum, ber til at siga, at eingin bólkur í heiminum er sum Tingnest. Jóan Jakku Guttesen og hansara menn eru framúr á palli, og nú koma teir aftur á Summar Festivalin at spæla sangir sum Vágagellan, Annan sang, Síðsti dansur, Upp á tá og aðrar.

Tosa vit um nýggjari hittbólkar í Føroyum, er Páll Finnur Páll í einari serstøðu. Síðani teir av álvara fingu gjøgnumbrot við sanginum Forelskaður sjónleikari hevur bólkurin givið føroyingum eina langa røð av hittum. Teir kunnu verða forherðaðir í sínum tekstum, við hvørt bæði speiskir og hvassir, men teir duga eisini at vera eymir og festligir. Páll Finnur Páll hevur havt nógvar góðar løtur á Summar Festivalinum, og í ár fara teir aftur at fáa stóra tjaldið at kóka við teirra frálíku sangum.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder