Vinna

HIDDENFJORD tveir nýggjar alibátar

...

2014-01-08 04:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Alifyritøkan HIDDENFJORD skal hava tveir nýggjar alibátar. Tann fyrri kom skúmandi av Havnini á Miðvág í myrkrinum í kvøld, báturin er bygdur á bátasmiðjuni SEIGUR á Akureyri, báturin er úr glastrevju, kostnaðurin fyri bátin liggur um 2,8 mill., báturin hevur fingið navnið AKRANES og hevur heimstað í Sørvági.

Longu í februar fær HIDDENFJORD aftur ein nýggjan alibát, hann verður bygdur á KJ-smiðjuni á Kambsdali.

HIDDENFJORD hevur aling á Vestmanna, Miðvági/Sandavági og Sørvági.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder