Mentan

Heystmarknaður og langur leygardagur hin 3. oktober

...

2020-09-30 16:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú komandi leygardag 3. oktober, frá 10:00 til 18:00 verður árligi heystmarknaðurin í tjaldinum, í miðbýnum á Tvøroyri. Vegna støðuna í landinum við koronasmittuni, hava vit bíðað eitt sindur við at kunngera hvat er á skránni, men nú, og komandi dagarnir fara vit kunngera hetta.

Tað fer at bera til at keypa sær ymiskar føroyskar matvørur, plantur, grønmeti, ymiskt handaligt og tónleikainnsløg eru eisini á skránni.

Tiltakið fer fram á parkeringsøkinum í miðbýnum, beint við Bónus, í eyðkenda tjaldinum, ið plagar at verða nýtt til ymisk mentanarlig endamál.

Samstundis hava flestu handlar á Tvøroyri langan leygardag og hava opið til kl. 16:00. Gerið kvetti og fái fatur á forkunnugari føroyskari vøru, ella finnið okkurt gott í mongu, góðu handlunum á Tvøroyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder