Vinna

Heykur og Falkur landa 180 tons av makreli í Runavík

...

2013-09-02 20:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Heykur og Falkur, sum eru á makrelveiðu, landa í dag til Faroe Origin í Runavík, teir hava tilsamans 180 tons av makreli.

Á Faroe Origin heilfrysta tey makrelin, sigur Jens Pauli Petersen á Faroe Origin.

Heykur og Falkur hava annars landað til eitt móðurskip á feltinum, men tað skipið er inni og umskipar í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder