Vinna

Heykur og Falkur fullfermdir av góðum upsa

...

2014-01-20 14:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Heykur og Falkur komu á Runavík leygardagin fullfermdir av góðum upsa, tilsamans høvdu teir góð 600.000 pund, sum teir landaðu til Faroe Origin í Runavík.

Heykur og Falkur byrjaðu túr 9. januar, teir hava hendan túrin gjørt royndir fyri Havstovuna við rist í trolinumm - t.v.s. at helmingin av tíðini hava teir roynt á stongdari leið við rist og hin helmingin hava teir roynt á vanligum upsaøki við ongari rist.

Heykur og Falkur eru farnir aftur til fiskiskap.

Les eisini: Mýlingur fiskaði fyri góðar 8 milliónir í fjør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder