Mentan

Hesuferð er tað Skúvoy, sum er í fokus

...

2021-08-22 21:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??toyggjafelagið:

Nú telja vit aftur niður til eitt spennandi tiltak á ??toyggj. Hesuferð er tað Skúvoy, sum er í fokus. Tiltakið verður komandi leygardag, tann 28. august. Tilmelding er neyðug, tí tað er avmarkað til 40 fólk, afturat bygdafólkinum.
At evnið er bjargamentan, er sjálvsagt, tí í Skúgvi hevur bygdin staðið saman um at halda hesa mentan í hevd. Eitt nú hevur fornminnafelagið í Skúgvi, í nógv ár, arbeitt við at fáa til vega hølir og umstøður, har bjargasøgan verður víst fram við myndum, lutum og útgerð. Men eisini við at varðveita tann óítøkiligi mentanararvin, ið fevnir um kunnleikan til at fara í bjørgini, at veiða og røkta. Ein kunnleiki, ið hvørvur, um hann ikki verður hildin við líka og borðin til komandi ættarlið.
??toyggjafelagið skipar fyri hesum tiltakið 28. august, saman við fornminnafelagnum og skúgvingum, fyri at stuðla arbeiðnum, at bjarga bjargamentanin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder