JN

Hesi vórðu vald í Tórshavnar ungdómsráð

...

2014-03-28 20:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrsta val til Tórshavnar ungdómsráð er endað. Valstaðið á internetinum er latið aftur, og atkvøðurnar eru taldar.


Í alt 2.627 ungdómar millum 14 og 22 ár høvdu valrætt, og tey høvdu møguleikan at velja ímillum 14 valevni. Í alt hava 506 atkvøtt, tað gevur eina valluttøku uppá 19,26%.

Vald í Tórshavnar ungdómsráð eru:

Tór Marni Weihe, 105 atkvøður
Ásvør Lognberg, 67 atkvøður
Gunnhild Hansen, 55 atkvøður
Magnus Heinason Eysturoy, 43 atkvøður
Harald Joensen, 36 atkvøður

Sum tilstakslimir eru vald:

Eyðun Poulsen, 35 atkvøður
Hanna Vang, 32 atkvøður
Drós Ragnarsdóttir, 30 atkvøður
Oda Kjartansdóttir Strøm, 29 atkvøður
Bjørg Anfinnsdóttir Toftegaard, 23 atkvøður

Hini valevnini fingur hesar atkvøður:

Rebekka Eliasen, 15 atkvøður
Lydia Sólheim, 14 atkvøður
Bogi Bech Húsgarð, 13 atkvøður
Hilbert Ragnarsson Johannessen, 9 atkvøður

Tórshavnar ungdómsráð er umboð teirra ungu í kommununi. Ungdómsráðið skal takast við í viðgerð av málum, sum kommunan arbeiðir við og sum viðvíkjan ungdóminum. Eisini kann ungdómsráðið sjálvt seta farm uppskot og hugskot til býráðsnevndir og býráð um øll viðurskifti, sum munnu betra um korini og trivnaðin hjá teimum ungu.

Ráðið skipar seg sjálvt, og valskeiðið er 2 ár.

Telduvalskipanin riggaði til fulnar

Hetta er fyrstu ferð, at val til slíkt ráð er farið fram um internetið. Tórshavan kommuna tók stig til at menna eina valtelduskipan, og staðfestast kann, at telduskipanin hevur virkað serstakliga væl bæði í mun til at velja, at telja upp, hagtøl og trygd.

Við royndunum frá ungdómsráðsvalinum er sannlíkt, at tað til næsta eldraráðsval í Tórshavnar kommunu eisini verður møguligt at velja um internetið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder