Mentan

Heri í Ravnagjógv gevur nýtt lag út

...

2021-08-17 09:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

KVF skrivar:

Heri í Ravnagjógv gevur nýtt lag út, sum er øðrvísi, enn vit eru von at hoyra"Eitt tár" er nýtt lag, sum varð spælt í útvarpinum fyri fyrstu ferð í Summarmorgni.Lagið hevur Heri í Ravnagjógv skrivað. Hann gav út yrkingasavn í 2014, sum kallaðist 31, og teksturin er úr tí savninum. Væntandi koma nøkur løg afturat haðani til eina EP-útgávu, sum kemur út seinni.- Eg lýsi kenslulívið í øllum lívsins viðurskiftum. Tað, sum menniskja skal ígjøgnum av kenslum. Takksemi, sorg, vón, kærleiki, óndskapur ella hvat tað kann vera, sigur Heri í Ravnagjógv.Í lagnum "Eitt tár" talar Heri í Ravnagjógv, og Johanna Thomasen syngur.Hoyr alla samrøðuna við Hera í Ravnagjógv og lagið sjálvt.
..."Eitt Tár"
Spoken Word Poetry (talað orð)
Orð: Heri í Ravnagjógv
Lag: Heri í Ravnagjógv
Sangur: Johanna Thomassen
Sangur: Heri í Ravnagjógv
Guitar: David Springborg/Heri í Ravnagjógv
Klaver : David Springborg
Strúkarar: David Springborg
Onnur ljóðføri: David Springborg
Lagt til rættis: Heri í Ravnagjógv
Upptøkur: Interplay Music v/David Springborg
Ljóðblandað: Interplay Music v/David Springborg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder