Mentan

Hergeir á Mýruni stillar málningar út í Haraldstovuhandlinum

...

2021-07-16 15:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hergeir á Mýruni er sandavágsmaður, sum hevur búð í Íslandi í nógv ár, hann er útbúgvin snikkari, men fæst nú mest við at mála málningar.

Hergeir er giftur í Íslandi, hann, konan og børnini vitja javnan í Sandavági, Hergeir hevur havt málningaframsýningar fleirii ferðir á vestanstevnu, tað var eisini ætlanin í ár, men vestanstevnan bleiv av ongum.

Hergeir hevur tó stillað fleiri málningar út í vindeygunum í Haraldstovuhandlinum, teir flestu eru úr Vágum og Mykinesi.

Hergeir er at hitta á tlf. nr. 263272.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder