JN

Herðaklapp til Okkara legu

...

2013-09-15 16:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

"Okkara lega" hevur fingið herðaklappið frá Javna í 2013. Fyrstu ferð, at "Okkara lega" var, var í 1994, og er hetta sostatt tjúgunda árið á rað, at legan hevur verið.

Javni heilsar "Okkara legu" við hesum orðum:

Javni ynskirvið hesum hjartaliga at takka leiðsluni í Nesvík, teimum ið hesi 20 árini hava stílað fyri leguni, og tykkum mongu, sum hava givið av tykkara tíð og orku til at gera leguna møguliga.

Takk fyri,at tit við virðing, tolsemi og umsorgan hava gjørt leguna fyri fólk við breki til eina mennandi og spennandi uppliving bæði fyri fólk við breki, teirra avvarðandi og starvsfólki.

Ásannandi,at tað er ómøguligt at nevna einstaklingar burturúr teirri fjøld, sum ár um ár hava hjálp til, ynskir Javni við hesum at veita tykkum øllum eina hjartans tøkk og ynski um Guds signing framyvir við verki tykkara.

Sortugrøs og hjálpirót
út av torvu hanga,
fagrast eru blómurnar
har ringast er at ganga
.

Kelda: trubodin.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder