Ovastevnan í ár verður tann besta nakrantíð. Tað eru fyrireikararnir sannførdir um. Skráin er pakkað við stuttligum og spennandi tiltøkum og fjølbroyttum tilboðum til gaman og álvara.
Stevnan byrjar longu fríggjamorgunin kl. 9.30 við ymsum tiltøkum. Klokkan 19 fríggjakvøldið verður kabarettin »That???s what sker« framførd í Royndarhúsinum. Frá á midnátt spæla Edith and the Edibles í tjaldinum á keiini.
Leygarmorgunin byrjar við svimjing um Nólsoyarfjørð. Hópur av tiltøkum eru allan leygardagin ??? stevnan verður sett undir Mikkjalsveggi kl. 14. av Heðin Mortensen, borgarstjóra, har Havnar Hornorkestur spælir.
Leygarkvøldið spælir Signar í Homrum í tjaldinum á keiini, føroyskur dansur verður í erva í Royndarhúsinum og Fimmboði Lisberg spælir í Royndarhúsinum. Tey, sum ikki klára kabarettina leygarkvøldið, fáa ein kjans aftur sunnu- ella mánakvøldið.
Fríggjadagin 13. august
09:30 | Matvørubúðin er opin til kl. 19:00 |
10:00 | Kunningarstovan er opin til kl. 17:00 |
13:00 | Maggie???s er opið til kl. 00:00 |
14:00 | Heimavirkið er opið til kl. 17:00 |
17:00 | Neystkafé selur drykkivørur, turran fisk, kips og bollar frá Maud við nýtiknarisalat/skinku/osti |
19:00 | Tjaldið á keiini er opið til kl. 04:00 |
19:00 | Kabarettin ???That???s what sker??? í Royndarhúsinum, atgongumerki 100 kr. |
21:00 | Aftankvirra í Nólsoyar kirkju, kórið Silvitni syngur |
21:30 | Andakt í Nólsoyar kirkju við Ann Hermansdóttir, presti |
22:00 | PubQuiz við Karlot í tjaldinum á keiini |
00:00 | Edith and the Edibles spæla í tjaldinum á keiini |
Leygardagin 14. august
08:45 | Svimjing um Nólsoyarfjørð ??? fyrsti svimjarin væntast í Nólsoy uml. kl. 10 |
09:00 | Matvørubúðin er opin til kl. 20:00 |
10:00 | Morgundypp á Malarenda |
10:00 | Lamaland selur vaflur í neystinum hjá Pola |
10:00 | Kunningarstovan er opin og selur kaffi/køkur til kl. 17:00 |
11:00 | Rennikapping úti á Veg fyri børn og vaksin |
11:30 | »Frá siðbundnari matmentan til Maud???sa køkshava«. Søguforteljing um matmentan og grønmetisframleiðslu + brellbitar. Byrjar uttanfyri Maud???sa køkshava |
12:00 | Grýturætturin hjá Theresu fæst til keyps á keiini |
12:15 | Heiðursmerkjahandan til rennarar og svimjarar úti á Veg |
13:00 | Maggie???s er opið til kl. 04:00 |
14:00 | Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur stevnuna undir Mikkjalsveggi, Havnar hornorkestur spælir |
14:00 | 7D-biografur letur upp úti á Veg, opið til kl. 22:00 |
14:30 | Bygdasavnið við Brunn er opið til kl. 18:00 ??? kostnaður 30 kr. |
14:30 | Barna- og familjutiltak á Malarenda til kl. 18:00 |
14:30 | Barnabasarur ??? børn selja úti á Veg |
15:00 | Havnakórið hevur konsert í kirkjuni |
15:00 | Tjaldið á keiini er opið til kl. 04:00 |
15:00 | Spæliplássið á Látrinum er opið til kl 18:00 |
15:00 | Neystkafé selur drykkivørur, turran fisk, kips, bollar við nýtiknari salat/skinku/osti og nýtikna salat frá Maud til kl. 04:00 |
15:00 | Pylsuvognurin á keiini er opin til kl. 04:00 |
15:00 | Ræstkjøtaburgarin fæst til keyps úti á Veg, opið til á miðnátt |
15:00 | Heimavirkið er opið til á miðnátt |
15:00 | Litir, orð og tónar í pakkhúsneystinum, listaframsýning við lokalum listafólkum. Opið til kl. 17:30 |
15:00 | Boing-bóltar á Mýrini |
15:30 | Gongutúrur í bygdini við Jógvani Thomsen, byrjað verður uttanfyri Kunningarstovuna |
16:00 | Orð og tónar, livandi spælimanstónleikur og nýggjar og gamlar yrkingar verða lisnar í pakkhúsneystinum |
16:30 | Fuglafjarðar sangkór hevur konsert í kirkjuni |
17:00 | Frelsunarherurin hevur útimøti á keiini |
18:00 | Kabarettin »That???s what sker« í Royndarhúsinum, atgongumerki 100 kr. |
18:30 | Kórhugnaløta undir Botnagarði, vit syngja úr »101 kórsangur« |
18:30 | Sjónleikurin »Lítli Klávus og stóri Klávus« verður framførdur á keiini |
19:00 | Lamaland selur súpan í neystinum hjá Pola |
19:00 | Kabarettin »That???s what sker« í Royndarhúsinum, atgongumerki 100 kr. |
19:30 | Brimhvítt, tónleikaframførsla á keiini |
21:00 | Danny & Ingi, tónleikaframførsla á keiini |
22:00 | Felagssangur við fylgispæli á keiini |
23:00 | Signar í Homrum spælir í tjaldinum á keiini |
23:00 | Føroyskur dansur í erva í Royndarhúsinum |
00:00 | Dansur í Royndarhúsinum við Fimmboða Lisberg |
Sunnudagin 15. august
10:00 | Kunningarstovan hevur opið til kl 17:00 |
10:00 | Góður morgunmatur í Maud???sa køkshava |
12:00 | Guðstænasta í Nólsoyar kirkju við Anne Mette Greve Klemensen, presti |
14:00 | Maggie???s er opið til kl. 00:00 |
17:00 | Kabarettin »That???s what sker« í Royndarhúsinum, atgongumerki 100 kr. |
Mánadagin 16. august
10:00 | Kunningarstovan hevur opið til kl 17:00 |
13:00 | Matvørubúðin er opin til kl 17:30 |
14:00 | Heimavirkið er opið til kl. 17:00 |
19:00 | Kabarettin »That???s what sker« í Royndarhúsinum, atgongumerki 100 kr. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald