2021-07-14 10:18
Hennara hátign Margretha drotning kemur til Føroya í dag.
Í morgin verður vitjað í Havn, har hennara hátign millum annað vitjar Tinganes, Løgtingið, Skúlan av Fløtum og Sjóvinnuhúsið. Í annaðkvøld verða løgmaður og frú vertir fyri veitsludøgurða.
Fríggjadagin verður farið til Svínoyar og Fuglafjarðar, har hennara hátign millum annað fær høvið at síggja Ribarhús, Framherja, Fuglafjarðar skúla og Mentanarhúsið.
Leygardagin verður vitjað í Vestmanna, Kvívík, á Vatnsoyrum og í Miðvági. Sunnudagin fer hennara hátign til gudstænastu í Fríðrikskirkjuni á Toftum, áðrenn hon seinnapartin sunnudagin vitjar Strendur.
Hennara hátign Margretha drotning fer av landinum aftur mánadagin 19.juli.
Skráin kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald