Mentan

Helgi Joensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

...

2018-05-01 15:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Helgi Joensen, sum nú fer at sýna fram í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, er listhandverkari, víða gitin fyri sítt sermerkta tinsmíð.

Gjøgnum árini hevur hann leitað fram ymsar møguleikar og gjørt alskyns royndir við hesum serstaka metali, fingið tinið at tala og gandað fram tær vakrastu vondir Í alskyns íløtum, skálum, stakum og øðrum brúkslutum, relieffum og skulpturum ??? stundum samansettum av fleiri staklutum. Helgi hevur sýnt list sína fram í týðandi listaskálum víða hvar um lond.

Helgi Joensen er føddur í 1932. Hann er sonur ??la Joensen úr Klaksvík og Oliviu Joensen úr Miðvági.
Helgi hevur eina systur, Dagmar, sum er gift og býr í Norra. ??li og Olivia bygdu sær hús á Ziskatrøð. Tey ovastu húsini á Prestvegi.??li var skiparalærdur og førdi Fossanes, sum fórst undir Íslandi í 1938.

Olivia var fotografur og hevði atelier við hús.

Eftir at hava mist mannin flutti Olivia við børnunum til foreldur síni, sum tá stóðu fyri sjómansheiminum í Havn.

Hon arbeiddi sum fotografur í Gamla Bókhandli og hjápti til á sjómansheiminum.

Soleiðis kom Helgi at búgva í Havn mestu tíðina undir krígnum. Mamman giftist uppaftur við einum norskum sjómanni, Julius,og tey fluttu øll til Norra eftir kríggið. Helgi er útbúgvin verkfrøðingur og arbeiddi fyrstu árini hjá Stavangerflint, sum ger steintoy. Mitt í 70unum gjørdi hann saman við einum øðrum jólaplattar úr tini.

Í 80unum byrjaði hann fyri seg sjálvan og hevur gjøgnum árini havt framsýningar í fleiri stórbýum í Evropa og USA. Helgi hevði í mong ár verkstað og antikvitetshandil í Stavanger. Nú hevur hann verkstað í Norðjútlandi.

Í fjør var gjørt av, at Helgi skuldi koma til Klaksvíkar og vísa nøkur av verkum sínum fram í Gamla Seglhúsinum. Men seint á heysti móti vetri, mátti Helgi undir skurviðgerð, sum ikki tók seg væl upp.
Tað var so álvarsligt, at hann misti fleiri førleikar. Seinastu mánaðirnir eru farnir við at venja rødd og limir.

Vit kunnu bert fegnast um, at Helgi ikki settist aftur; men valdi at at taka leiðina heim á klettarnar.

Framsýniningin letur upp fríggjadagin 4. mai 2018 og hongur uppi fram til Norðoyastevnu.

Fernisering verður kl. 16:00 og kemur Bárður Jákupsson at røða.

Umframt lættari ábit og tónleik verður eisini møguligt at hitta listamannin sjálvan.

Hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder