JN

Heldarstindur VA 36: Eitt 30 ára ringt minni

...

2014-03-23 04:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag eru liðin 30 ár síðan sandavágstrolarin Heldarstindur fekk eina sinnopsgasbumbu í trolið undir fiskiskapið í Eystursjónum.

Tað var hósmorgunin 22. mars í 1984 at Heldarstindur fekk eina sinnopsgasbombu í trolið, teir høvdu roynt hetta áður at fáa ymiskar lutir í trolið, og eisini ymisk sløg av bumbum sum vóru søktar í Eystursjógvin eftir seinna heimsbardaga. Allir hesir lutir blivu bara sleptir út aftur.

Men henda bumban var ørvísið enn hinar, hetta var ein sinnopsgasbumba, og tá hon var komin inn á dekkið sást ein veska seyra úr henni. Mennirnir kendu ikki vandan teir stóðu mitt í á dekkinum, eftir stuttari løtu hevði gassið flutt seg runt alt skipið, og tað gekk ikki long tíð til øll manningin misti sjónina og mátti senda út neyðarkall.

Heldarstindur var tá staddur 60 fjórðingar vestur Lipaya í Russlandi.

Tríggir mans blivu við tyrlu fluttir á sjúkrahús á svensku oynni Gotland. Og dagin eftir máttu hinir fýra eisini takast av skipinum við tyrlu, og Heldarstindur bleiv sleipaður mannleysur til Rønne á Bornholm.

Hetta fekk álvarsamar avleiðingar fyri teir sjey mennirnar sum vóru umborð hendan feigdardag og fingu teir langa sjúkralegu eftir.

Mennirnir hava tað eftir umstøðunum gott í dag, 30 ár eftir hendigina. Men hetta ávirkar teir enn á ymsan hátt.

Heldarstindur kom aftur til fiskiskap 3 mánaðir eftir hendigina, tá skipið var reinsa.

Einans 6 ár eftir hendingina við sinnopsgasbumbuni, sakk Heldarstindur norðan fyri Bornholm, tann 11. oktober í 1990.

Skipið er í dag eitt attrakttivt vitjunarstað hjá frítíðardykkarum, tí skipið liggur á forholdvís grunnum vatni.

LES MEIRA OG FLEIRI MYNDIR Á www.vagaskip.dk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder