Í dag verður Heini F. Petersen 85 ár - føddur í 1936, Heini er sandavágsmaður, sonur Jens Paula Petersen og Estrid f. Nielsen, tey vóru bæði úr Sandavági.
Heini er giftur við Marnu f. Simonsen út Saltangará.
Heini tók læraraprógv í 1958, var lærari á Millum- og Realskúlanum í Havn, ??ðuvík og Glyvrum áðrenn hann í 1959 kom til Sandavágs at verða lærari, í 1961 tá ið skúlin á Giljanesi var nýggjur, tók Heini við starvi á Giljanesi og røkti tað, til hann gavst í lærarayrkinum fyri aldur, hann var skúlabókavørður á Giljanesi í nógv ár.
Heini var bygdarráðslimur í Sandavági frá 1974 til 1980 og bygdarráðsformaður frá 1976 til 1980.
Heini hevur siti í kirkjuráðnum í Sandavági í nógv ár, hevur verið deknur í Sandavágs kirkju síðan 1979 og er deknur enn, hevur sera góða rødd og lesir væl.
Heni er skrivandi maður, hevur m.a. saman við Jákupi Reinert Hansen givið Mikkjalsbók út í 1994, hevur týtt Emil úr Lønnubergi og ikki at gloyma bøkurnar Av fjalli at fjørustrond, sum hann og Jóannes Heinesen stóðu fyri.
Heini er søgufróður maður, dugir sera væl at siga frá og er altíð sera áhugaverdur.
Vit á JN.fo ynskja Heina hjartaliga tillukku við degnum og ynskja honum alt tað besta.
Dagurin verður hildin saman við teimum nærmastu.
Jóanis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald