Vinna

Heimsins størsta fiskiskip kom á Kollafjørð í morgun

...

2018-12-03 07:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Heimsins størsta fiskiskip hevur roynt eftir svartkjafti eystur úr Føroyum, talan er um 144 metrar langa og 24 metrar breiða skipið Annelies Ilena, sum felagið Parlevliet & Van der Plas groups eigur.

Annelies Ilena koma á Kollafjørð tíðliga í morgun.

Talan er um sama reiðarí sum eigur í Næraberg.

Annelies Ilena lastar 8000 tons, men skipið hevur ikki so nógv í lastini nú komi var á Kollafjørð í morgun. Hanus Hansen segði við JN.fo í síðstu viku, at væntandi fóru Annelies Ilena at hava 4.000 tons av heilfrystum svartkjafti, tá ið skipið kom inn at landa.

Skipið klárar at frysta 600 tons um døgnið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder