Mentan

Heilsufremjandi venjingar

...

2021-09-01 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fimleikurin inni á Sýnini, heilsufremjandi venjingar, fyri borgarar 67 ár og eldri byrjar aftur hósdagin 9. september 2021 kl. 14.00.

Venjing verður tvær ferð um vikuna og venjingartíðirnar vera mánadagar og hósdagar frá kl. 14.00 til 15.00. Tað er ikki neyðugt at melda til fimleikin, tú kann bara møta upp.

Bussur koyrir sum vanligt og byrjar at koyra kl. 13.00. Sørvágur ??? Bø ??? Sørvágur ??? Miðvágur ??? Sandavágur. Neyðugt er við tilmelding til bussin. Tilmelding til bussin er á tlf. 793200 gerandisdagar millum kl. 9.00 og 15.00.

· Inngongdin í venjingarhøllini skal nýtast, tá komi verður til fimleik. Tað er inngongdin í vestara enda í kjallaranum á Sýnini.

· Hendurnar skulu sprittast tá komið verður

· Tit skulu hava innandura skógvar og eitt handklæði til gólvmátturnar við.

· Man skal sjálv/ur hava vatn við heimanífrá.

· Vit taka ikki ímóti reiðum peningi longur, tit fáa eitt skjal at útfylla til fasta bankaflyting. Kostnaðurin fyri venjingar verður:

- 170,- kr/mdr. fyri 2 ferð um vikuna og 100,- kr/mdr. fyri eina ferð um vikuna.

- Tað ber eisini til at gjalda fyri ½ ár í einum. 680,- kr. fyri ½ ár at venja 2 ferð um vikuna og 400,- kr. fyri at venja 1 ferð um vikuna.

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur.

Terapeutarnir Vesturvón

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder