JN

Heilsan úr Barentshavinum

...

2014-03-30 18:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Trúboðin skrivar:

Sjómanstrúboðarin er nú komin umborð á Akraberg. Mikudagin 19 mars kom hann umborð á Akraberg, eftir at hava verið seks dagar umborð á Sjúrðarbergi. Hann hevur sent hesa heilsan:

Móttøkan var góð. Vit hava havt tvey møtir. Kokkurin "skipar" felagssangin við guitara og sangi og byrjar og endar við bøn. Eg havi havt bíbliuorðið.

Uppmøtingin hevur verið góð, og menninir eru fegnir um løturnar. Eisini havi eg havt nógv góð prát og bønarløtur saman við monnum.

Eg havi eisini hjálpt til á verksmiðjuni og tikið hond í hjá maskinmonnunum. Hvussu leingi eg verði umborð á Akrabergi, veit eg ikki. Gadus er ávegis í Barentshavið. Spennandi verður, um eg kann vitja teir eisini.

Takk fyri forbøn fyri sjófólkinum og fyri mær.

Vinaliga
Torleif Johannesen

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder