JN

Heilsan frá Michael Stalker

...

2014-06-06 05:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Flogskiparin á løgna flogfarinum, sum vit skrivaðu um mikudagin, hevur sent eina heilsan.

Hann sigur, at ein vinur hansara í Skotlandi, segði honum frá, at vit høvdu skriva um flogfar hansara, sum nevnist Microlight.

Flogfarið er av slagnum Pegasus Qauntum 15-912.

Tað kann flúgva 480 miles - ella verða í luftini í uml. 8. tímar - t.v.s. uml. 60 miles um tíman.

Motorurin er ein Rotax 912 80hk við tveimum sylindarum og dubulta tendring.

Eg fari úr Vágum til Stornoway millum kl. 9 og 10 fríggjamorgunin.

Túrurin til Stornoway kemur at taka uml. 4½ tíma.

Eg vil hervið takka fyri góða móttøku, sum eg havi fingið her í tykkara vakra landi.

Vinarlig heilsan.

Michael Stalker

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder