Mikukvøldið 21. februar kl.19.00 skipar Heilafelagið fyri einum Kafé-fundi á Seglloftinum á Tvøroyri.
Heilafelagið skipar javnan fyri kafé-fundum kring landið og hesa ferð vera vit í Suðuroy.
Høvið verður at hoyra um støðuna hjá avvarðandi og fólki, ið eru rakt av heilabløðing ella blótøppi í heilanum. Felagsheitið er seinheilaskadd og fevnir hetta eisini um fólk, ið av sjúku ella vanlukku hava fingið skaða á heilan. Hesi fólk hava ofta sera álvarsligar fylgjur av slagtilburðinum og tað er eisini nógv at hugsa um hjá avvarðandi, tí lívsstøðan brádliga broytist so munandi.
Í Føroyum vera 130 fólk árliga rakt av skaða á heilan. Hetta eru álvarslig tøl og søgurnar eru nógvar og ymiskar. Tað er ikki altíð lætt at tosa um seinheilaskaða, og tabu er ofta rundanum tann rakta og familjuna. Kafé-fundirnir eri ætlaðir, at geva møguleika fyri at taka orðið ella bert at lurta eftir øðrum og teirra royndum.
Tað er okkara fatan, at nærumhvørvið hevur ein stóran og týdningarmiklan leiklut í rehabiliteringini hjá teimum, ið eru rakt. Tí vóna vit, umframt limirnar, at síggja umboð fyri kommunurnar á fundinum, grannar og avvarðandi. Høvið verður at práta saman um ein góðan drekkamunn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald