Leygarkvøldið heiðra vit Kára
4 kór og 1 tónleikabólkur fara leygarkvøldið á pall í Norðurlandahúsinum, har tey fara atframføra tónleik eftir tónaskaldið Kára Bæk, sum fylti 70 í september.
Tónleikabólkurin er sjálvandi Aldubáran, og kórini eru Vestmanna Sangkór, TórshavnarKamarkór, Tarira og Tórshavnar manskór. ??ll hava tey til felags, at Kári hevur skrivaðteimum tónleik, og kórunum hevur hann øllum dirigerað.
Konsertin er leygarkvøldið 24. oktober kl 19.30, og hon er fullsett. Tó verður hon stroymd,so øll kunnu fylgja við. Sí leinkjuna á nlh.fo.
Kári hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í yvir 40 ár. Fyrst sum kór- ogorkesturleiðari og tónleikari, men seinni í stóran mun eisini sum tónaskald. Fyrstu verkini hjáKára vóru útsetingar fyri kór, men seinni hevur hann skrivað ein hóp av tónleiki fyri bæðisolistar, ensemble, kór og symfoniorkestur.
Kári hevur vunnið og verið í uppskoti til eina røð av virðislønum. Í 2012 varð hann t.d.tilnevndur til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið Askur og Embla, og í 2000 vannhann við verkinum Heimahøllin aðru virðisløn í kapping um at skriva ólavsøkukantatu tiltúsundáraskiftið.
Kári fær javnan bíleggingar frá tónleikarum og kórum bæði her heima og uttanlands, ogtónleikur hansara hevur verið framførdur av m.a. heimskendu London Symphony Orchestra,sum spældi tónleikaævintýrið Veiða Vind í 2019, og víðagitna vokalbólkinum The King???sSingers, sum tvær ferðir hava sungið vælumtókta sangin Summarkvøld.
Summarkvøld umframt onnur kend kórverk sum Jarðareyga, Nun lob mein Seel, Brót sostillan og Nú rennur sólin fríð hoyra øll til tann føroyska kórskattin, sum føroysk kór javnanframføra.
Skráin til konsertina verður ein blanding av instrumental- og kórtónleiki, og skal lýsavirksemið hjá Kára hesi seinastu 40 árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald