Astrid Andreasen, listakvinna, fyllir 70 ár 31. juli 2018.
Í hesum sambandi verður stór heiðursframsýning í Müllers Pakkhúsi frá 4. august ??? 19. august 2018.
Stigtakarar og samskiparar eru Jórunn Dánialsdóttir og Jóan Pauli Poulsen.
Astrid er føroysk listakvinna, ið er fødd og uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur arbeitt og arbeiðir við list í breiðum týdningi. Hon hevur gjørt eina røð av listaverkum og hennara list prýðir nógvar stovnar og fyritøkur í Føroyum. Eisini hevur hon gjørt nógv frímerkir og nógvar tekningar av livandi verum, sum finnast í Føroyum, fuglar, fiskar, tara osfr. Sí ein lista yvir hennara listaverk her.
Astrid arbeiðir við
- Tekstil - herundir áseyming, binding, hekling, baldýring, veving
- Vatnlitum/akryl
- Blýantstekningum - herundir vísindaligum illustratiónum
- Metal
- Klip
- Steinprent
Astrid er gift við Bjørka Geyti. Tey hava tvey børn og 5 ommu- og abbabørn.
Ein síða er upprættað á Facebook, í sambandi við framsýningina: https://www.facebook.com/andreasenastrid/
Á hesari síðu, ber til at lesa meiri um framsýningina. Eitt nú verða myndir og videoklip lagt út her, fram til sýningin opnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald