JN

Heiðrun Petersen heiðrað úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

...

2014-02-08 02:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at gávugóðs verður handað úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum..

Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum hevur sum endamál at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Thorvald Poulsen av Steinum, ið stovnaði grunnin, var gartnari í Havn og hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list. Gávugóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001, og síðani hava 17 listafólk fingið tillutað tilsamans 810.000 krónur úr grunninum.

Í ár hevur nevndin valt at heiðra Heiðrun Petersen, violinleikara.

Limirnir í nevndini eru sambært viðtøkunum fyri grunnin, rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, formaðurin í Listasambandi Føroya og formaðurin í Føroya Lærarafelag.

Tiltakið, sum er alment, verður á Fróðskaparsetrinum, Jónas Broncks gøta 25, leygardagin 8. februar kl. 15.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder