Mentan

Heðin Kambsdal sjeyti ár ??? í Ribarhúsi

...

2021-03-13 18:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í morgin, sunnudagin 14. mars, verður Heðin Kambsdal, listarmaður, sjeyti ár.

Í hesum sambandi letur upp framsýning í morgin kl. 16 í Ribarhúsi í Fuglafirði við bæði yngri og eldri málningum, sum Heðin hevur málað.

Dávur Juul, borgarstjóri, flytur fram røðu, og Fuglafjarðar Sangkór syngur tveir sangir. Ein góður kaffimuður verður eisini at fáa.

Í sambandi við 70 ára dagin og føðingardagsframsýningina er gjørd ein heilt serlig løriftsmynd við Heðinsa penslastrokum gjøgnum tíðina. Til ber at ogna sær løriftsmyndina, sum er gjørd í avmarkaðum tali.

Framsýningin hongur uppi til 29. mars.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder