JN

Havstovan við í stórari grein um reyðæti

...

2014-05-28 15:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Reyðæti er tað týdningarmesta djóraætið í Norðuratlantshavinum. ??tbreiðslan er heilt úr Kanadisku og amerikonsku strondini fyri vestan til Barentshavið fyri eystan og allastaðni har tað er, hevur tað alstóran týdning sum føði hjá fiski. Tað er høvuðsføði hjá fleiri stovnum av uppsjóvarfiski, m.a. sild, makreli og lodnu og á landgrunnunum er tað avgerandi føði hjá fiskalarvum og ???yngli hjá botnfiski.

Nú er ein nýggj vísindalig grein útkomin, ið lýsir lívfrøðina hjá reyðæti í øllum útbreiðsluøkinum hjá reyðæti. Greinin hevur heitið ???The North Atlantic Ocean as habitat for Calanus finmarchicus: Environmental factors and life history traits??? og er almannakunngjørd í tíðaritinum Progress in Oceanography. Tikið verður samanum úrslitini frá eldri kanningum í øllum útbreiðsluøkinum, umframt at nýggjar kanningar eru við. Greinin viðger ávirkan frá umhvørvinum á nøgdir, nøring, vøkstur, deyðiligheit og atgerð í mun til umhvørvið, eins og samanberingar ímillum økini eru gjørdar.

Greinin kann lesasther.

Kelda: hav.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder