JN

Havsbrún hevur tikið ímóti 50.000 tonsum av svartkjafti í ár

...

2014-04-21 23:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Á Havsbrún í Fuglafirði hava tey úr at gera í hesum døgnum, virkið hevur tikið ímótir uml.50.000 tonsum av svartkjafti higartil í ár.

Starvsfólkini á Havsbrún hava nokk at síggja til, tá ið tey skulu til arbeiðis í morgin skulu tey í holt við at landa Tróndur í Gøtu, og landingarnar koma bóltandi so við og við. Christian í Grótinum er farin til Íslands at landa, av tí at bíðitíðin er ov long í Fuglafirði.

Vit tosaðu við Hartvig Joensen frá Havsbrún fyri løtu síðan og hann greiðir soleiðis frá.

- Vit hava tikið ímótir uml.50.000 tonsum av svartkjafti, og tað er nakað meira enn vit høvdu tikið ímótir sama tíðarskeið í fjør.
Vit tóku ímótir tilsamans 160.000 tonsum av svartkjafti í fjør, men vit mangla summari enn, so vit bíða spent til svartkjaftatíðin er av, so vit síggja tølini fyri í ár.

Tá ið Tróndur í Gøtu hevur landað sína last, verður tað Vilhelm ??orsteinsson, ið skal landa 1200 tons til Havsbún.Aftaná koma Atlantsfarið við fullari last uml. 1300 tonsum, Slættaberg, ið hevur uml. tað sama og síðan Norðborg, upplýsir Hartvig Joensen, leiðari á mat og olju deildini hjá Havsbrún í Fuglafirði í samrøðu við Skipsportalin í gjár.

Í kvøld 2. páskakvøld fór Vilhelm Thorsteinsson av Fuglafirði og Atlantsfarið kom á Fuglafjørð við 1.300 tonsum.

Kelda: skipini.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder