2014-04-08 20:05
Rækjutrolarin Havborg, sum byrjaði fiskiskap við Svalbard, men sum nú tað seinastu tíðina hevur roynt í russiskum sjógvi, fór í gjár at sigla til Norður-Norra, har teir skulu landa veiðuna - góð 300 tons - í Karavik. Fyrst fara teir tó til Tromsø, har teir skulu bunkra, taka útgerð og skifta manning.
Havborg byrjaði túr 3. mars, fiskiskapurin hevur verið eitt sindur svingandi hendan túrin.
Hin rækjutrolarin Arctic Viking roynir eisini í russiskum sjógvi, teir hava góð 250 tons, hjá teimum er ætlanin at landa komandi mánadag, eisiní Norður-Norra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald