2013-09-18 22:07
Rækjutrolarin Havborg hevur verið á beding í Kirkenes í Norður-Norra síðan 3. september, tá ið teir komu av túri úr Barentshavinum. Teir hava skift ekkolodd og so gjørt annað viðlíkahaldsarbeiðið.
Havborg kom til Tromsø í nátt. Teir landaðu ikki áðrenn teir fóru á beding, so í dag verður landað. Havborg skal so bunkra og gera klárt til nýggjan túr.
Fiskiskapurin seinasta túr var smáligur í Barentshavninum, so helst fara teir á Grand Bank, tá loyst verður aftur úr Norður-Norra. Í løtuni er Artic Viking á Grand Bank.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald